close x
download

Brochure

Enter Your Info Below And We Will Send
You The Brochure To Your Inbox!

Thank you!
Your submission has been received!

Oops! Something went wrong while submitting the form

VIT ERU TANN
TRYGGA LOYSNIN

Síggj tænasturFÁ SAMBAND

Tín trygga
loysn síðan 1997

Avrik okkara siga alt

Síðani 1997 hava vit veitt hágóðsku tænastur til bæði vinnulív og einstaklingar. Við okkara royndum, útgerð og starvsfólkum meta vit, at vit kunnu siga, at vit eru tín trygga loysn. Alt arbeiði vit gera verður gjørt við nærlægni og úrslitið er eisini hareftir.

HESUM kunnu
vit hjálpa tær við

Dentur lagdur á dygd og nærlagni

Vit kunnu hjálpa tær við nógvum uppgávum tá tað kemur til loysnir á landi, ella undir vatnskorpuni. Niðanfyri síggjast nakrar av teimum tænastum vit veita, men hevur tú ein fyrispurning um eina ella aðra uppgávu, so kanst tú altíð skriva til okkara her.

Kaving

Vit eru til reiðar at hjálpa tær við øllum hugsandi uppgávum, tá tað kemur til arbeiði sum skulu gerast undir vatni.Vit bjóða okkum millum annað fram til at sveisa, skera, stoypa, bora, spreingja, líma, leggja káplar, leggja vatn leidningar, leggja avløb, skifta zink á bátum og so framvegis. Hetta eru nakrir av møguleikunum, men hevur tú tørv á at fáa eina aðra uppgávu loysta, set teg so í samband við okkum og vit finna eina loysn. 

Váttanarskriv
Allir okkara kavarar eru góðkendir kavarar við váttanarskrivið frá Norsku fyritøkuni DNV. 

Mobilar kavarastøðir
Við okkara 5 mobilu kavarastøðum gera vit arbeiði bæði betri og lættari. Bilar okkara hava 2 anhangarar til yvirflatuforsýning, Rex 77 Kirby Morgan hjálm og heitvatns útgerð. Eisini hava bliarnir video útgerð monteraða, soleiðis at alt kann síggjast beinleiðis á landi sum kavarin ger.

flutningur á landi

Við kranabili okkara eru vit nú til reiðar at hjálpa tær við fyrifallandi uppgávum.
Kranabilur okkara hevur ein 28 tons krana, sum ger tað lættliga møguligt at fáa arbeiði avgreitt so skjótt og gott sum møguligt. Eisini hava vit keypt ein nýggjan kranabil við HMF 4220 krana.
Skalt tú koyra mold, sand ella eitt triðja, so er at seta teg í samband við okkum niðanfyri. Vit venda aftur skjótast gjørligt

sjóflutningur

Alskyns møguleikar á sjónum
Við tvískilju okkara eru vit til reiðar at loysa enn fleiri uppgávur á sjónum. Vit bjóða okkum fram til at sandsúgva bátahyljar, yvurfladuforsýnaða kaving og Scuba kaving.Eisini bjóða vit okkum fram til at hjálpa tær við farmaflutningi. Við tvískilju okkara er tað møguligt hjá okkum at hjálpa tær við at flyta eitthvørt tvørtur um hav.

Eisini hava vit ein arbeiðsbát av slagnum Polar Cirkel 765 við 300 hk motori.

AVRIK

Gjøgnum ár og dag hava vit verið knýttir at sera nógvum verkætlanum - bæði her heima og úti í heimi.

Nøkur av okkara seinastu avrikum:

2019
Arb. Prosess rør til Varðin Pelagic
2019
Rør arbeiði kl kommuna
2017
Gjørt nýggja marina í Klansvín, saman við Vileo Marinas
2017
Gjørt Ferjulegu í Svínoy
2017
Føroya Tele Tikið Sheefa2 Víkarbyrgi spula kaðal upp, flutt kaðal laga niður av nýggjum, gjørt nýtt land tak.
> Síggj øll avrik

Myndasavn

Síggj myndir

Fá samband
við okkum

Eingin uppgáva er ov stór, og heldur eingin ov lítil

Send okkum eini boð niðanfyri, og vit venda aftur skjótast gjørligt.

Takk fyri! Vit svara aftur skjótast gjørligt.
Feilur... Royn aftur.